Tann ákærdi maðuri í drápsmálinum á Marknalíð er ákærdur í trimum førum, men noktaði seg sekan í øllum ákærum.
Fyrrparturin gekk við at læra nevningarnar, hvat teir skulu leggja dent á, og síðani vórðu teir sendir aftur í nevningarúmið at velja ein forðmann.
Eftir hetta legði akærin, John Kæbæk, objektivu prógvini málinum fram, og tað tók nakað av tíð. So tað var ikki fyrr enn eftir døgurða, at ákærdi maðurin fór í vitnisstólin.
Tað tók kortini ikki meira enn góðan hálvan annan tíma at avhoyra ákærda.
Hann greiddi frá rættiliga niður í smálutir, hvat fór fram hetta kvøldið, mikudagin 20. november 2013.
Hvussu hann kom til húsar hetta kvøldið úr FK í Miðbýnum við taksabili. Um hvussu hann gjørdi av at leigarin uppi í miðhæddini skuldi blakast út, tí hann rindaði ikki leigu, og um hvussu hann fekk sær atgongd til húsini umvegis altanin.
Hereftir greiddi hann frá tí, ið fyrifórst í køkinum í miðhæddini og hvussu ein togan millum teir báðar endaði við, at 61 ára gamli maðurin misti lívið.










