Danska bókin nevnist "Ikke kun om søndagen" og rithøvundur er 36 ára gamli Carsten Lunding, cand.polit. og fyrrverandi ráðharraskrivari. Lovandi lívsleiðina á teim bonaðu gólvunum í fíggjar- og undirvísingarmálaráðnum hevur Carsten lagt afturum seg og fæst í dag við at matgera.
Í staðin fyri at vera vælløntur ghostwriter fyri ráðharran, hevur Carsten kent tað neyðugt at stíga úr skuggatilveruni á Slotsholmen. Hann er farin at skriva um tey "stóru menniskju í sivilsamfelagnum", sum hann sigur.
Torført er at knýta samband millum høgt lærdar akademikarar á Slotsholmen og so vanlig menniskju, sum eg havi møtt eftir sonevnda Leif Bork Hansen-málið. Hetta eru stór, stór menniskju, sum hava so nógv at geva ? men vit taka tey ikki í álvara", sigur hann yvir dampandi grýtunum.
Í bókini greiðir Carsten Lunding frá um rættarmálið móti danska prestinum, sum kemur fyri í Eystara Landsrætti 30. oktober, og um serbisku flóttafólkini, sum sóktu friðskjól, tá tey komu á prestagarðin hjá honum í Lyngby á heysti 1998.
Gongdin verður lýst fram til í dag, nú flestu av teim 29 flóttafólkunum eru komin til Føroya, meðan nøkur teirra fóru til Svøríki og Spania.
Umframt stakmálið um prestin í Lyngby viðgerð bókin hugtakið sivilt ólýdni og fólkaræði í dagsins samfelag.