Akadem. Polit. Samráðing

  

Akadem. Polit. Samráðing

Roynast her mær kenslur bundnar,

í fríðum landi valda villir hundar.

Tíðin ber sár eftir skrivandi mentan

meta seg sjálvar so sera hentan.


Oyðsla burt álit frá spyrjandi tjóð,

hvaðani fáa vit ráðini góð.

Kosnir menn fylgja bundnari rás,

uttan at vita tað, læstir í lás.


Hollar royndir fyri teoriini dvína,

meðan teir sær sjálvum sam-sýna.

Innilæst liggur framkomin vitan,

dragað til sín tann besta bitan.


Kjaftast frítt í øllum miðlum

reisast ei úr dunnuhylum.

Kámast burt fullveldisleið,

nú hundadagakongur niðarliga reið.


Um tilfangi, olju og blankan fisk,

heilsuskipan og nýggjan hard-disk,

søgulig brygdi og oljudans

hvør ynskir við skútuni henda kjans?



Peter Splidt