Ajax tapti slagið um Keypmannahavn

Heini Hanusarson og liðfelagarnir í Ajax Keypmannahavn taptu í gjárkvøldið grannauppgerðini ímóti FCK Håndbold, sum var spæld í Frederiksberghøllini. Endaliga úrslitið gjørdist 31-25 til FCK Håndbold. Donsku fjølmiðlarnir lýstu uppgerðina at verða uppgerðina millum teir ríku í FCK, og teir fátæku hjá Ajax. Hjá Heina Hanusarsyni hilnaðist ikki so illa kortini. Hann fekk fýra mál, og hevur Heini higartil skotið 21 mál í 6 dystum fyri Ajax Keypmannahavn í CBB-liguni, sum besta hondbóltsdeildin í Danmark verður nevnd. Ajax liggur næstaftast í deildini við tveimum stigum fyri seks dystir.