Ajax misti í uppflytingarstríðnum

Liðið hjá Vár og Lív Zachariassen var fyri einum bakkasti

Fríggjakvøldið spældi liðið hjá Vár og Lív Zachariasen, Ajax heimadyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Rødovre.

 

Dysturin í Bavnehøj Arena høllini endaði við rættiliga greiðum 26-21 sigri til Rødovre. Útiliðið var frammanfyri 15-11 í steðginum.

 

Talan var um eitt bakkast hjá Ajax, ið roynir at røkka øðrum ella triðja plássinum í deildini, ið aftaná lokið grundspæl gevur rættin at spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.

 

Liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ hevur longu vunnið deildina, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Ajax er nummar trý í deildini við 24 stigum. AGF á fjórða plássinum hevur eisini 24 stig, men hevur spælt ein dyst færri. Fær AGF stig móti Roskilde á heimavølli seinnapartin í dag dettur Ajax av triðja plássinum.

 

Ajax hevur tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. Komandi útidyst hevur Ajax útidyst móti botnliðnum, Gudme. Leygardagin 5. apríl tekur Ajax móti AGF á heimavølli. Ein dystur sum væl kann vísa seg at gerast ein finala um triðja plássið.