Airbussurin fingið skaða

Airbus flogfarið hjá Atlantic Airways fekk í gjár skaða, tá eitt transportband gjørdi eina buklu á flogfarið. Hetta hendi undir lossing á flogvøllinum í Kastrup í gjárkvøldið.

Flogfarið stendur í løtuni á flogvøllinum í Vágum.

- Vit hava tikið avgerð um at gera umvælingina, áðrenn airbussurin verður settur inn aftur í rutuflúgvingina, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Skaðin fer at ávirkað flogferðsluna nakað í dag, men stjórin væntar, at flogferðslan kemur í rætt lag seint seinnapartin í dag.

- Í morgin er alt sum vanligt, hóast airbussurin ikki flýgur. Ístaðin hava vit fingið annað flogfar at gera túrarnar, sum airbussurin annars átti, sigur Magni Arge.