Evropeiska flogfaraverksmiðjan Airbus ávarar nú fólk og fjølmiðlar ímóti vat koma við ov nógvum gitingum um, hví Air France-flogfarið datt niður í Atlantshavið um náttina tann 1. juni Samstundis sigur Airbus-verksmiðjan, at tað er ikki rætt at umrøða Airbus A330 sum eitt vandamikið flogfar, tí tað hevur tvørturímóti víst seg at vera eitt tað tryggasta ferðamannaflogfarið á marknaðinum, sigur verksmiðjan.
Tom Enders, sum er forstjóri í Airbus-fyritøkuni, sigur við Reuters, at verksmiðjan hevur boðið sær til at veita flogfelagnum Air France alla hjálp fyri at fáa staðfest, hví flogfarið datt niður.
Eitt nú hjálpa serfrøðingar hjá verksmiðjuni myndugleikunum at kanna tilburðin.