Felagsskapurin hjá teimum evropeisku flogskiparunum vil vera við, at eitt brek er við trýstskipanini í tí nýggja flogfarinum Airbus A380.
Tað er ein fyritøka í Eysturríki, sum hevur gjørt ta elektronisku útgerðina, sum stýrir trýstskipanini í flogfarinum. Ein amerikanari, sum hevur arbeitt hjá fyritøkuni, sigur nú, at hann fekk sekkin, tí hann hevði víst á, at skipanin virkar ikki nóg væl. Eitt nú vil hann vera við, at trýstið í flogfarinum kann fella brádliga. Hetta hevur vakt stóran ans, tí hildið verður, at tað var júst trýstfall, sum gjørdi, at ein kýpriskt flogfar datt niður í Grikkalandi fyri stuttum.
Leiðslan í eysturríksku fyritøkuni vísir atfinningunum frá fyrrverandi starvsmanninum aftur, men teir evropeisku flogskipararnir krevja kortini, at málið verður kannað til botns.