Eitt flogfar av slagnum Airbus 320 noyddist at neyðlenda á Kanarisku Oyggjunum Flogfarið fekk trupulleikar, stutt eftir at tað var farið á flog frá Las Palmas við kós ímóti Oslo við umleið 100 norskum ferðafólkum.
Fleiri ferðafólk søgdu aftan á neyðlendingina, at tey høvdu sæð eld frá einum av motorunum, men tað avsanna sponsku myndugleikarnir.
Ein kvinna, sum var millum ferðafólkini, sigur við norskar fjølmiðlar, at hon hoyrdi onnur fólk rópa, at eldur var í flogfarinum.
-Eg ivaðist ikki í, at okkara seinasta løta var komin, sigur kvinnan.