Franska flogfarið, sum datt niður í Atlantshavið tann 1. juni, brotnaði ikki í luftini Nevndin, sum hevur kannað vrakpettini av franska Airbus-flogfarinum, sigur seg nú hava staðfest, at flogfarið brotnaði ikki í luftini, sum fleiri hava gitt.
Nevndin ásannar, at ferðmátararnir í flogfarinum vóru ikki í lagi, men nevndin leggur dent á, at tað vóru ikki teir, sum gjørdu, at flogfarið datt niður.
Air France-flogfarið var á veg úr Rio de Janeiro til París, tá tað fór í havið.










