Aina Cederblom gav smágentu gull

Nógvar søgur goyma seg í smáum gerandishendingum. Hendan snýr seg um kenda svenska ævintýrarin og eina lítla smágentu í Klaksvík

Komandi dagarnar sýnir Eyð Matras eykasýningar av leikinum, Sjóveður, um svenska ævintýrarin, Ainu Cederblom, sum við lítla motorbáti sínum, Rospiggen II, silgdi úr Svøríki til Føroyar og haðani helt leiðina fram við skonnartini Stellu Mariu til Grønlands.

Aina Cederblom gjørdis kend um øll Norðurlond fyri stóra siglingarbragd sítt, og eisini í Føroyum setti hon spor eftir seg. Hon var millum annað við til at seta Vevskúlan í Klaksvík á stovn. Eisini hugtók hon fólk, og søgurnar um røsku svensku konuna liva framvegis.

Ein fitt og stuttlig søgu um Ainu Cederblom snýr seg um lítlu Karin og gullhálsketuna.


Smágentan á trappuni

Tá ið svenska konubrotið kom til Føroya í 1933, kom hon upp á land í Norðdepli. Hon spurdi seg fyri, hvussu hon kundi koma víðari til Grønlands, og fólk vístu henni víðari til skiparan, Poul Skarðenni (tá Olsen og vanliga nevndur Stellu Poul) í Klaksvík, sum saman við øðrum átti skonnartina Stellu Mariu.

Aina fór at vitja Poul í Klaksvík og royndi at yvirtala hann til at taka seg við til Grønlands. Poul var giftur við Matheu, og átti tey tá eitt barn, 2 ára gomlu Karina.

Poul var lítið hugaður at taka hana við. Man kundi ikki hava konufólk við til sjós. Aina fór avstað aftur uttan nakað lyfti, men hon hevði ikki mist móti.

Á veg út úr húsunum heilsar Aina uppá lítlu Karina, sum situr so still og fitt á niðasta trini á loftstrappuni.

- Eg minnist hetta sjálvandi ikki, men kenni søguna soleiðis, sum mamma hevur fortalt hana, greiðir Karin Laksafoss frá.

Eingin annar var staddur í gongini beint tá, og ikki fyrr enn seinni uppdagar mamma Karina, at ein gullketa er vundin um armin á lítlu gentuni.

- Tey funnu út av, at ketan var frá Ainu Cederblom. Men mamma helt tað var synd, at eg skuldi ganga við einari so fínari ketu, so hon gekk sjálv við henni, til eg var 14. Tá fekk eg hana at eiga, sigur Karin Laksafoss.


Dýrt gull í 1933

Karin eigur framvegis ketuna, men hon gongur ikki longur við henni, tí lásið er brotnað, og ketan er eisini gomul og tunn.

- Eg havi nú átt hana í yvir 75 ár, og hon var sikkurt ikki nýggj, tá ið eg fekk hana, so hon er heilt antikvarisk, sigur Karin smílandi.

Í dag er ein gullketa ikki nakað sjáldsamt, men í 1933 var tað sera forkunnugt at hava eina gullketu.

- Konur gingu ikki við hálsketu tá. Onkur átti brosjur, men gullketur vóru púra óvanligar, sigur Karin. Sum dømi kann nevnast, at fyrsti gullsmiðjurin í Klaksvík lat ikki upp fyrr enn nakað eftir kríggið, og áðrenn tað  bar bara til at keypa ur í bókhandlinum, Thule.

- Eg keypt mær eitt ur í Thule bókhandli, tá ið eg fylti 18. Hetta var beint eftir kríggið, og urið kostaði 200 krónur – ella eina heila mánaðarløn. So sjálvandi var mamma eym um fínu og sartu gullketuna, sum eg fekk, tá ið eg var tvey, staðfestir Karin Laksafoss.


Tilflytarar í Klaksvík

Tíðin var ein onnur tá. Poul og Mathea vóru tilflytarar í Klaksvík. Poul kom úr Mikladali og Mathea úr Norðdepli. Tey bygdu sær hús á Stongunum í Klaksvík, og her komu nógv fólk.

- Tað var næstan sum at búgva á hotelli, minnist Karin aftur á.

- Pápi hevði bát hesi árini áðrenn kríggið, og manningin kom úr bæði Mikladali, Norðdepli, Viðareiði og Fugloy, og hesir ungu menninir búðu inni hjá okkum bæði tá teir komu í land, og tá teir gjørdu klárt at fara avstað.

Og sum hjá so nógvum øðrum búðu eldri ættarlið eisini inni. Abbin úr Mikladali flutti inn til sonin í Klaksvík, og hin abbin í Norðdepli flutti eisini til Klaksvíkar.

- Og tá familja úr Norðdepli ella Mikladali skuldu ørindi til Havnar, so gistu tey sjálvandi eisini hjá okkum.

Og mitt í hesum rokinum sat lítla Karin ein dagin á trappuni í durðinum, tá ið ein fitt lítil kona steðgaði og heilsaði við at vinda ein fína gullketu um armin á henni.