Aimi er úr Sandavági, dóttir Janny og Gudmund Gudmundsen. Hon tók útbúgving sum marknaðarøkonom á handilsskúlanum í Næstved í 1996. Síðan arbeiddi hon á marknaðardeildini hjá Føroya Sparikassa frá 1996 til 1999, tá hon fekk starv sum skrivari hjá Amerada Hess í Havn.
Í nøkur ár hevur hon hevur tikið MBA útbúgvingina sum fjarlestur, men seinasta hálva árið hevur hon verið í Edinburgh, og leygardagin 29. november fekk hon so prógvið handað.
Aimi er gift við Helga Justinussen, politisti, úr Havn, tey búgva á Hamrinum á Argjum og eiga tveir synir, Ásmundur og Gudmundur.