AIK váttar: Vit samráðast við Mikkjal

Svenska stórfelagið váttar á heimasíðuni, at tað eru samráðingar millum felagið og Mikkjal K. Thomassen

Nógv bendir á, at Mikkjal K. Thomassen verður venjari hjá stóra svenska felagnum AIK Stockholm. Fyrr í dag kunngjørdi Fredrikstad FK, at Mikkjal K. Thomassen gevst sum venjari í norska felagnum. TV2 Norra fekk váttað frá ítróttarstjóranum, Joacim Heier, at eitt annað felag hevur keypt føroyska venjaran leysan.

 

Flestu av norðurlendsku miðlunum hava gitt, at AIK Stockholm verður nýggja felagið hjá honum. Felagið váttar nú á heimasíðuni, at tað eru samráðingar millum partarnar.

 

“AIK váttar samráðingar við nýggjan venjara. AIK kann vátta søgurnar í fjølmiðlunum, at felagið er í samráðingum við Mikkjal K. Thomassen um at blíva nýggjur venjari í felagnum.”

 

- Tað er rætt, at vit samráðast um at seta Mikkjal K. Thomassen í starv sum venjara hjá AIK. Eg fái ikki sagt meira um tað í løtuni. Um tað kemur á mál, so verður tað boðað frá á NGM og Cision News, sigur ítróttarstjórin Thomas Berntsen.

 

Um skiftið verður veruleiki, so tekur Mikkjal K. Thomassen yvir eftir Henning Berg. Fyrrverandi miðverjin hjá Manchester United fór úr starvinum fyri nøkrum vikum síðani. Á heimasíðuni Transfermarked verður hópurin hjá AIK mettur at verða tvífalt so nógv verdur, sum hópurin hjá Fredrikstad. AIK spælir sínar heimadystir á Friends Arena og hava vunnið svenska meistaraheitið 12 ferðir  - tó bara eitt síðani 2009.