AIK er fjórðstørsti meistaraskapsfavoritturin í Svøríki

Kappingin í Svøríki byrjar 31. mars

31. mars spælir liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm fyrsta dystin í bestu svensku fótbóltsdeildini - Allsvenskuni - hetta kappingarárið.

 

Dysturin verður leiktur á útivølli í Göteborg móti GAIS.

 

Verandi meistarar, Malmö FF eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum til at endurvinna meistaraheitið.

 

AIK Stockholm er beint aftanfyri býsbørnini, Hammarby og Djurgården fjórðstørsti favoritturin.

 

Oddsini upp á AIK Stockholm sum svenskir meistarar liggja millum 10,00 og 12,00.