Enn er ikki greitt, hvar Adrian Justinussen fer at spæla fótbólt eftir summarsteðgin. Fram til kappingarenda í summar er hann sáttmálabundin í Hillerød í næstbestu donsku deildini. Higartil hevur hann spælt fimm landskappingardystir, síðani hann í vetur flutti úr HB og til Hillerød, og tað er ikki bara farið aftur við borðinum, at hann hevur verið eyðsýndur og hevur skorað sjey mál.
Tipsblaðið sigur seg vita, at feløg bæði í Norra og Svøríki vísa 25 ára gamla føroyinginum áhuga.
Anders Hansen frá NextStep Sports Management er umboðsmaður hjá Adriani Justinussen, og hann sigur fyri Tipsblaðnum, at tað eru fleiri, sum fregnast um Adrian:
Í kvøld fer Hillerød at spæla ímóti AC Horsens, og Tipsblaðið upplýsir, at umboð fyri feløg í Italia fara at vera á stadion fyri at eygleiða føroyingin:
-Tað er rætt, at fleiri útlendsk feløg vísa áhuga fyri Adriani, men tað brúka vit ikki tíð uppá í løtuni. Adrian og eg hava fokus á næstu avbjóðingini í Hillerød, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður í summar, tá ið tað fer at nærkast til, at flytingarvindeygað aftur verið opið, sigur Anders Hansen.
Viaplay fer í kvøld at sjónvarpa frá uppgerðini millum AC Horsens og Hillerød. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.











