Áhugað men illa kunnað

Eg royni at kunna tey um Føroyar og um grindadráp í Føroyum, sigur Poul Jákup Thomsen

28. juni legði Paul Watson eina mynd út á Facebook síðu sína, frá Operation Grindstop bólkinum á Sandoynni. Á myndini sæst, at Sea Shepherd-fólkini hava verið á gátt hjá Poul Jákup Thomsen á Skarvanesi. Saman við myndini skrivar Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd, ein longri tekst, ið leggur dent á, hvussu blíð, vinarlig og friðarlig Sea Shepherd-fólk eru í teirra samskifti við fíggindasinnaðu føroyingarnar.

 

Tá vit ringdu til Poul Jákup Thomsen, visti hann ikki, at myndin var almannakunngjørd av Sea Shepherd. Hann greiddi frá, at hann hevði bjóðað Sea Shepherd-fólkinum inn á gólv til ein drekkamunn og eitt prát.

 

- Eg royni at kunna tey um Føroyar og um grindadráp í Føroyum, sigur Poul Jákup Thomsen. Tað vísir seg, at hesi ungu frá Sea Shepherd eru illa kunnaði um grindadráp innan tey koma, heldur hann.

 

- Virðing er ein fortreyt fyri góðum samskifti og vit fáa størst ávirkan, tá vit tosa við tey við virðing. Ágangandi atburður er ikki vegurin fram. Hetta er galdandi báðar vegir, bæði fyri tey og fyri okkum, sigur Poul Jákup Thomsen.

 

- Tey fók frá Sea Shepherd, sum eg havi tosa við, eru ómetaliga fyrikomandi. 90% av teimum eru skilagóð, men tey kenna tó ikki sannleikan. Tey eru áhugaði, men illa kunnaði um føroysk viðurskifti og um grindadráp.

 

- Tey eru sera illa kunnaði, so eg royni at greiða teimum frá, eitt nú hvussu týdningarmikið spik er í føroyska kostinum. Spik er ein sera góð kelda til D-vitaminir, sum vit føroyingar ofta fáa ov lítið av í okkara kosti. Náttúran hevur lyndi til at veita okkum tann mat, okkum tørvar, í tí øki, vit búgva, sigur Poul Jákup Thomsen. Tí er grindin ein týdningarmikil partur av føroyska kostinum, sigur hann. Nevnast kann eisini, at grindin inniheldur nógv carnitin, ið føroyingar, raktir av CTD, fáa ov lítið av gjøgnum vanligan kost.

 

Poul Jákup Thomsen hevur eisini tosað við tey um støðuna hjá grindahvalastovninum í Norðuratlantshavi. Mett verður, at tað eru 826.000 grindahvalir í økinum og føroyingar drepa millum 0,1 og 0,2% av teimum árliga.

 

- Tey vita ikki, at so nógvir grindahvalir eru til, ei heldur at vit drepa so fáar árliga. So eg royni at verða fyrikomandi og blíður, og kunna tey um hesa søk, sum tey stríðast so hart ímóti. Tey hildu, at vit í Føroyum drepa hval alla tíðina, og væntaðu, at tey fóru at hava úr at gera at verja hvalin, sigur Poul Jákup Thomsen.

 

Poul Jákup Thomsen sigur, at hann hevur greitt teimum frá mønustingaranum, hvussu hvalurin doyr beinanvegin, hvussu vit brúka blásturongulin og annað um sjálvt drápið.

 

- Eg greiði teimum eisini frá, at tann veruliga hóttanin móti grindahvalinum, er dálkingin frá ídnaðarlondunum rundan um okkum.

 

Poul Jákup Thomsen sigur, at við tað, at tað alla tíðina koma nýggj fólk frá Sea Shepherd til oynna, væntar hann ikki, at hetta verður seinasta prátið hann hevur við tey, og hann vónar, at fáa nógv góð prát við tey í tíðini sum kemur.