Eftir 34 ára langt hjúnarband kann eg av sonnum siga, at eg havi mínar royndir á tvíkynda leikvøllinum.
Ein undurfull ferð, ið hevur verið góð, men eisini ein ferð, ið krevur sítt tol og sín vilja.
Stundum er ferðin tung og torfør, men sanniliga eisini stríðið verd. Tí pínir tað meg at síggja landsmenn mínar, og ikki minst landsins leiðslu, herja á at niðurberja rættin hjá samkyndum føroyingum, millum annað soni mínum, til hendan so grundleggjandi rætt.
Høvdu tá ikki somu kenslur barst í tykkum, sum tær gera í okkum, sum hava eitt barn, ið er útstoytt úr móðurlandinum, tí løgtingslimir ikki duga at skúgva egnu fordómar og fávitsku til viks fyri grundleggjandi rættindum hjá samkyndum føroyingum.
Tá eg rúmi øðrum, rúma onnur eisini mær. Men á tingi er hetta ikki galdandi og argumentini eru heilt burturvið.
Kjakið er farið langt av leið og er gíðslatikið av kristnum fanatikarum.
Komandi lógaruppskot leggur upp til sátt og semju millum borgarar - hvørki samkoma, kirkja ella prestur verða tvungin ar vera við, men enn billa hesi fólk sær inn, at tey hava einkarrætt til hjúnarbandið og kunnu fortelja øðrum, hvussu tey skulu liva sítt lív.
Tveitið átrúnað úr kjakinum, tí hetta snýr seg um borgarlig rættindi. Hjúnarbandið er ikki ein Guðsgivin, men ein samfelagslig/borgarlig institutión.
Hjúnarbandið er heldur ikki ritað í stein, tí fert tú bara fá ár aftur í tíðina, kundi myrk ikki giftast hvítum í stórum partum av heiminum, men tíbetur steðgaði hesin ørskapur eisini við tíðini. Tað er eyðsæð, at hjúnarbandið skal dagførast, eins og restin av samfelagnum, og tí skal føroysk lóggáva fylgja við. Títt hjúnarband missir ikki virði bara tí at samkynd sleppa at giftast.
Samkyndleiki er hvørki eitt val ella ein sjúka, sum óvitandi vilja vera við. Men hetta er óviðkomandi, tí vit eiga ikki at blanda okkum í lívsførsluna hjá grannanum, so leingi grannin ongan skaðar.
Vit eiga at fevna okkara samkyndu tjóðarfelagar og bjóða teimum ágóða av okkara landi – tey eru ein gáva og soleiðis mennast vit saman. Tíbetur gongur fólkið a odda, tá tey ferð eftir ferð vísa LGBT Føroyum sín stuðul.
Hervið ein innilig áheitan til løgtingslimir um at stuðla uppskotinumum um broyting í hjúnarbandslógini, so eisini fólk fødd samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum restin av tjóðini.










