Aguilani kann fáa kjansin

Í summar keypti Liverpool italska miðvallarspælaran Alberto Aquilani sum avloysara fyri Xabi Alonso, sum varð seldur fyri 300 milliónir krónur. Men enn hava viðhaldsfólk hjá Liverpool ikki sæð tað stóra til Aquilani, tí hann hevur verið skaddur. Men møguleiki er fyri, at Aquilani byrjar á vøllinum, tá ið Liverpool í vikuni skal spæla Champions League dyst ímóti Fiorentina.