Tað gongur strúkandi hjá Manchester City og argentinska áleypara teirra, Sergio Aguero. City er greitt oddalið í Premier League, og Aguero er toppskjútti í deildini við átta málum.
Sergio Aguero hevur spælt við felagnum síðani 2011, men hann avdúkar nú, at hann neyvan verður verandi í felagnum í nógv ár afturat. Tað sigur hann í samrøðu við Sky Sports.
Núverandi sáttmálin ímillum Sergio Aguero og Manchester City gongur út á sumri í 2019, og hesin sáttmálin verður neyvan longdur. Aguero ætlar sær nevniliga at venda heim til barndómsfelagið, Independiente.
- Eg havi møguleika at leingja sáttmálan eitt ár, men ætlanin hevur allatíðina verið at venda heimaftur eftir at sáttmálin gongur út í 2019, sigur Aguero við Sky Sports.
Sergio Aguero hevur skotið 179 mál fyri Manchester City. Hetta er tað mesta, ið nakar spælari hevur skotið fyri felagið.










