Tað brast ein skelkur gjøgnum áskoðararnar hjá Manchester City leygarkvøldið, tá argentinski álopsleikarin, Sergio Aguero, noyddist út á børu.
Les eisini: Sergio Aguero grátandi av vøllinum
Og greitt er, at Manchester City má vera vandamikla álopsleikaran fyri uttan, tí næstu tíðina.
Manuel Pellegrini, venjari hjá Manchester City, boðar í dag frá, at Sergio Aguero verður úti við skaða í 4-6 vikur. Sostatt er greitt, at hann ikki spælir aftur fyrrenn í 2015.
Manchester City vann annars heimadystin móti Everton leygarkvøldið 1-0.