Aguero og Sterling á veg til Spania

Spanskt felag vil bjóða Raheem Sterling eina risaløn

Nógvar eru leysasøgurnar nú Premier League liggur still. 

 

Enska blaðið "Sun", sum elskar leysasøgur skrivar, at 20 ára gamli Raheem Sterling skal verða á veg frá Liverpool til spanska stórliðið, Real Madrid. Real Madrid skal sambært Sun verða til reiðar at leggja eina upphædd, sum svarar til eina hálva miljard krónur í okkara peningi á borði, fyri at tryggja sær unga framherjan.

 

Forsetin í Real Madrid, Florentino Perez roynir at blíðka fjeppararnar, sum ikki eru nøgdir við, at hann slapp sær av við Carlo Ancelotti, sum høvuðsvenjara. Bøtast skal uppá hetta við, at Real Madrid ognar sær frálíka framherjan hjá Manchester City, Sergio Aguero. 

 

Miðlar í spanska høvuðsstaðnum skriva, at Sergio Aguero hevur altíð droymt um at gerast partur av hópinum hjá Real Madrid. Tó framgongur ikki hvussu stóra upphædd Real Madrid skal rinda Manchester City fyri at ogna sær Sergio Aguero.