Fyri stuttum skoraði pólski málslúkurin hjá Bayern Múnchen, Robert Lewandowski, heili fimm mál í sama dysti. Hetta var í dysti ímóti Wolfsburg í týsku steypakappingini. Bragdið gjørdist enn flottari, tá ið hugsað verður um, at hesi fimm málini vórðu skorað upp á bert 10 minuttir.
Í dag var tað so ein annar av allar bestu framherjunum í evropeiskum toppfótbólti, sum megnaði at gera Lewandowski kynstrið eftir. Talan var um Sergio Aguero, ið nærum einsamallur smurdi Newcastle av. Newcastle var annars á odda 0-1, men seint í fyrra hálvleiki byrjaði Aguero at traðka í karakter. Fyrst javnaði hann til 1-1 stutt undan hálvleikssteðginum, áðrenn hann í seinna hálvleiki gjørdist fullkomiliga óstýriligur. Tá ið 62 minuttir vóru farnir hevði Aguero skorað heili fýra mál, og var argentinin harvið komin upp á fimm mál. Tilsamans blivu hesi fimm mál tískil skorað upp á 20 minuttir. Endin var tann, at Manchester City við Sergio Aguero sum einaræðisharra á vøllinum vann heili 6-1 á Newcastle.
Úrslitini frá dystunum í Premier League í dag kunnu síggjast niðanfyri. Fyrilit skal takast fyri, at dagsins síðsti dystur, sum er ímillum Chelsea og Southampton, verður spældur í skrivandi løtu, og tískil er hann ikki við í dystaryvirlitinum.
Crystal Palace - West Bromwich Albion 2-0
AFC Bournemouth - Watford 1-1
Aston Villa - Stoke 0-1
Manchester City - Newcastle 6-1
Norwich - Leicester 1-2
Sunderland - West Ham 2-2