KÍ stóð mikukvøldið fyri einum av teimum heilt stóru úrslitunum í føroyskum fótbólti í Evropa, tá teir vunnu 3-1 á norska meistaraliðnum, Bodo/Glimt. Tað var akkurát ikki nokk til at koma víðari, men avrikið var ein sigur á fleiri økjum.
KÍ spældi sín fyrsta Champions League dyst í Klaksvík, liðið megnaði at trýsta Bodo/Glimt til tað seinasta, og Agnar Prestá og venjaratoymið stóðu við róðrið á vøllinum. Hann gav tó spælarunum størstu ábyrgdina fyri flotta sigurin.
Tað eru spælararnir, sum í fleiri førum mugu taka avgerðirnar, tí teir spæla jú dystin. Hetta er eitt lið við vaksnum spælarum, sum hava royndir frá Evropa og landsliðsfótbólti. Teir kenna eisini spælskipanina væl. Vit koma við onkrum, sum vit halda kann hjálpa, men í dag haldi eg at spælararnir tóku ekstremt nógva ábyrgd, segði Agnar Prestá við FM1 eftir dystin.
KÍ tapti fyrra dystin í Norra 3-0, men megnaði at venda dystinum í Klaksvík til ein 3-1 sigur. KÍ hevði fleiri málmøguleikar, meðan málið hjá Bodø/Glimt var eitt heldur ivasamt brotsspark. Ja, vit føroyskum eygum var talan nokk um eitt óvanliga bíligt brotsspark. Norsku meistararnir fingu eisini eitt bíligt brotsspark í fyrru uppgerðini.
- Tað kundi verið nemt, at sagt okkurt her á føroyskum, sum UEFA ikki skilur, men eg haldi ikki, at eg fari at siga so nógv. Eg haldi tað er hart dømt í báðum førum. Tað er eisini nemt hjá mær at siga, at tað hevði ikki verið dømt í hinum endanum, og tað hevði tað helst ikki. Vit kunnu ikki gera nakað við tað og mugu liva við dømingini. Tað vit kunnu gera nakað við er reaktiónin hjá spælarunum, og hon er góð bæði í Føroyum og i Norra, segði Agnar Prestá, ið er fegin um partar av avrikunum.
- Tað at eitt norskt meistaralið, sum er kent fyri at spæla góðan álopsfótbólt, næstan ikki kemur til málmøguleikar, er ótrúliga flott. Tað er tíverri ikki nokk til at koma víðari. Vit kunnu iðra okkum nógv, men vit eru stoltir av avrikunum, segði fyribils høvðusvenjarin.
Til komandi uppgerð í 2. umfari í UEFA Europa Conference League skal KÍ spæla móti FK Sutjeska úr Montenegro.
- Vit eru í kappingini fyri at koma víðari. Sjálvt um tað er eitt gott lið, so halda vit at vit hava ein kjans at koma víðari. Tað krevur góðar fyrireikingar og tað eru vit í holt við nú, sigur Agnar Prestá.
Mikkjal K. Thomassen, høvðusvenjari hjá KÍ, hevur nú sitið venjarabannið, sum hann fekk eftir tapið móti RFS í fjør. Sostatt verður hann aftur á síðulinjuni mikukvøldið í Montenegro.
##ms##











