Agnar neyvan við fyrrenn eftir jól

Agnar Joensen, sum gjørdist ársins spælari næstsíðsta kappingarár, og sum gjørdist toppskjútti hjá VÍF í fjør, verður neyvan partur av liðnum hjá vestmenningum fyri jól.

Hann hevur brotið økslina, og væntar ikki sjálvur, at hann verður førur fyri at spæla enn.
 - Eg skal kannast aftur 20.oktober, og um alt ikki er í lagi tá, so verði eg undir øllum umstøðum ikki klárur fyri jól.Hetta er stórur missur fyri vestmenningar, tí Agnar hevur í nógv ár verið ein av Føroya bestu strikuspælarum, samstundis sum hann er ein sera góður verjuleikari.