Danski verjuspælarin Daniel Agger er ikki sinnaður at tosa við Liverpool um at leingja sín sáttmála. Eftir drúgvan skaða farna kappingarár, hevur Agger ikki vunnið sær pláss aftur á liðnum í hesum kappingarárinum. Liverpool er sinnað at leingja sáttmálan, men Agger vil leita sær eftir nýggjum felag longu um ársskiftið, um støðan hjá honum í felagnum ikki broytist.