Fyrr í ár legði formaðurin í TB, André Dalfoss, fram uppskot um at økja talið av liðnum í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum frá 10 upp í 12. Síðani skulu liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum, heldur enn tríggjar ferðir, sum er skipanin í løtuni.
Nú sigur venjarin hjá danska Superliga felagnum AGF, at hann ynskir fleiri lið í bestu deildina í Danmark. Argumentini eru áleið tey somu, sum TB hevur borið fram í Føroyum.
- Superliga’in hevur seinastu nógvi árrini verið mannað av 12 liðnum. Eg haldi at talið skal økjast. Í løtuni er trýstið á spælarunum og venjarunum fór stórt í for langa tíð. Tað gevur fjálturstungið spæl, sum ikki gangar menningini hjá spælarunum, sigur Peter Sørensen, venjari hjá AGF.
Hann vil hava 16 lið í bestu deildini.
- Tað hevði gjørt, at talan hevði blivið um 30 dystir í einum kappingarárið. Í løtuni spæla liðini 33 dystir, men eg skilji ikki núverandi leistin, har liðini spæla tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Tað er ikki logist, sigur Peter Sørensen, venjari hjá AGF við bold.dk.
Heimsíðan skrivar eisini, at Niels Frederiksen, venjari hjá Esbjerg, er samdur í sjónarmiðinum hjá Peter Sørensen, meðan Ståle Solbakken, venjari hjá FCK, bara vil hava 10 lið í bestu deildini.