AGF sent úr UEFA-Cup uttan at tapa

Fótbóltur: Hetta er annað árið á rað, at danska felagið má gevast í europeiskari kapping uttan at hava tapt ein dyst

Týskvøldið var seinasta norðurlendska liðið sent úr UEFA-Cup kappingini.

Tað var danska liðið AGF, sum annað árið á rað, noyddist at gevast í europeiskari kapping uttan at hava tapt nakran dyst.

Banamenninir hjá AGF vóru Twente úr Hollandi, sum hvørgu ferðina kláraðu at vinna á AGF. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og týskvøldið endaði 0-0. Tá siga lógirnar, at liðið, sum hevur gjørt flest mál á útivølli sleppur víðari, og tí gjørdist tá hollendska liðið, sum fór víðari til triðja umfar.