Vejle og Christian Høgni Jacobsen stríðast fyri at varðveita sessin í superliguni. Teir eru í niðurflytingarvanda. Tí sigur tað seg sjálvt, at teir í Vejle fylgdu væl við, tá AGF mánakvøldið var í Gladsaxe og spældi ímóti AB. Akademikara liðið minnast teir í Vejle væl til. Næstsíðsta sunnudag vann AB 4?0 ímóti Vejle, men eitt mistak í roknskapinum við útlendskum spælarum hevði við sær, at tað var Vejle, sum á skrivaraborðinum vann 3?0. Harvið løgdu Christian Høgni og teir eitt kanska alt avgerandi glopp millum seg og niðurflytingarstrikuna.
AGF fekk einki burturúr ferðini til Keypmannahavnar. AB vann 1?0. Málið fingu teir í 64. minutti. Mohamed Nabate royndi seg, AGF málverjin hálvbjargaði, og tá myrki álopsmaðurin royndi fyri aðru ferð, var AGF málverjin so óheppin, at hann stýrdi bóltinum í málið.
Tað var nógv ferð á, men spælið var einki at rópa hurrá fyri. AGF var heilt væl við, og teir høvdu møguleikar, sum kundu givið mál. Men tað gongst sera illa hjá teimum at skora. Í hesum kappingarárinum eru teir tíggju ferðir farnir av útivøllinum, uttan at tað hevur eydnast at fáa mál.
AB spælararnir eru nú farnir seks ferðir av vøllinum á rað uttan at hava tapt. Tá gamli liðfelagin hjá Toda Jónsson, Heine Fernandez, sum nú spælir í AB, eftir dystin varð spurdur, um hann helt, at AGF ella Vejle fór at flyta niður, svaraði hann, at hann helt, at AGF hevði eitt betri lið.