Superliga
Hóast tað ikki hevur sæðst so nógv til tað, so tykist viljin í Århus ikki at vera sørur fyri at bjarga fótbóltsflaggskipinum í býnum. Higartil hevur hetta ikki sæst aftur í reiðum pengum, men sunnudagin varð tað tikið sum eitt tekin um vælvild, tá býráðsformaðurin, Flemming Knudsen, sat aftanfyri mikrofonina og segði frá um mál og útskiftingar og hvussu tað gekk aðra staðni í superliguni.
Ove Christiansen, venjarin, hevði fleiri spælarar tøkar hesa ferð, enn hann hevur havt leingi. Tað hevði m. a. við sær, at tað ikki var pláss fyri Óla Johannesen ímillum teir fyrstu ellivu. Óli var á beinkinum. Tá eitt korter var eftir, kom Óli á vøllin fyri verjuspælaran Jesper Andersen. Tveir minuttir undan útskiftingini høvdu Óli og teir 3.364 áskoðararnir verið vitni til ársins mál í Århus. Í sambandi við fríspark 25 metrar úr Lyngby málinum, varð bólturin lyftur upp, og so heilfluktaði Dennis Siim, sum eftir leikbann var aftur í verjuni, dygst undir samankomingini.
Tá gjørdist støðan 3?2, og korterið, sum Óli var á vøllinum, var rættuliga hugaligt, um tað verður sæð upp á tað við AGF brillum. AGF skoraði tvær ferðir og vann tískil 5?2. Seinastu átta dystirnar undan sunnudegnum hevði AGF tapt sjey ferðir.
Nýggjan íblástur
Lyngby spældi sum eitt botnlið, og AGF spældi sum eitt oddalið, var niðurstøðan í donskum fjølmiðlum.
Sigurin hevði við sær, at AGF lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna. Í staðin datt Herfølge niður um strikuna.
Í AGF halda teir, at umframt stigini so var tað av alstórum týdningi, at spælararnir staðfestu bæði fyri sær sjálvum og øðrum, at teir framvegis duga at spæla fótbólt. Millum nýggju menninar á liðnum hjá AGF var miðvallarin Peter Degn, sum er ein gamal kenningur í felagnum. Seinastu tvey árini hevur hann verið í Everton, har hann hevur spælt millum lítið og einki. Hann spældi í ein tíma, so orkaði hann ikki meiri sunnudagin. Honum restar dystarvenjing, og í AGF ivast teir ikki í, at hann verður stórur styrkur, tá venjingarstøðan verður betur, enn hon er nú.
Um AGF heldur fram, har sum teir sleptu sunnudagin, so verður mett, at teir skjótt fara at sleppa undan niðurflytingar hóttanini.










