Í gjár tryggjaði AGF úr Århus sær uppflytingina til bestu donsku fótbóltsdeildina, og felagið hevur longu gjørt greitt, at tað ætlar sær at styrkja um hópin til næsta kappingarár, sum byrjar longu í juli mánaði.
- Vit hava eitt gott grundarlag, men vit skulu hava styrk. Hópurin, sum vit hava flutt upp við, er ov tunnur til at klára seg í superliguni, og vit hava verið hepnir við skaðum og leikbannum í ár, sigur venjarin, Ove Pedersen.