Agenda 21 festir røtur í Runavík

Hesar seinastu dagarnar hava næmingar í studentaskúlanum á Kambsdali arbeitt við AGENDA 21 spurningum. Hesar greinar eru framhald av greinum í seinasta mikudagsblað

Í Runavíkar kommunu hava tey arbeitt nógv við umhvørvisvinarligum verkætlanum. Eitt nú er Runavíkar skúlaverk farið undir at nýta vistfrøðiligar sápur. Á Glyvraskúla hava tey í mong ár havt ein gamlan ketil, og hevur orkunýtslan verið sera høg. Hesin er fyri stuttum útskiftur og í dag er orkunýtslan komin niður á umleið eina helvt av, hvat hon var. Sum kunnugt eru tílíkar íløgur sera kostnaðarmiklar, men innan fá ár vil hetta vísa seg at vera ein stór sparing fyri Runavíkar kommunu. Hetta er eisini í samsvar við Agenda 21 skjalið frá 1992. Hóast flestu umhvørvis verkætlanir eru kostnaðarmiklar á fyrstan tíð, verður talan um stórar sparingar í framtíðini, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Í framtíðini er eisini ætlanir um at byggja nýggjan skúla, ið skal verða ein orkusparandi stovnur. Tað verður tó ikki talan um grønan skúla, sigur Ásmundur Lamhauge, stjóri í Runavíkar skúlaverkið.

Eisini innan barnarøktina eru tey farin undir við umhvørvisvinarligum tiltøkum. Vælkendi vestmenningurin Finnbogi Joensen, ið hevur virkað fyri Agenda 21 í longri tíð, varð boðin til barnagarðin á Mýrunum at greiða frá, hvussu hesin stovnur kann fáa "grøna" viðurkenning. Barnagarðarnir eru longu farnir undir at skilja alt ruskið og gera kompost burturúr burturkastinum.
Barnagarðurin á Mýrunum hevur ætlanir um at seta sólfangara uppá takið á barnagarðinum. Hetta kann eisini tykjast sum ein stórur bitið at gloypa, men er Runavíka kommuna sannførd um, at hetta er ein burðardygg loysn.

Runavíkar kommuna er eisini farin undir at betra um vatnveitingina. Nógvar ætlanir eru um, hvussu vatnveitingin kann gerast tryggari og støðugari. Millum annað kann nevnast, at ætlanir eru um at fara yvir um fjørð eftir vatnið. Eisini verður arbeitt við einum uppskotið, um at gera eina byrging í Lambadali og síðani leiða vatnið til Runavíkar. Eisini eru ætlanir til viðgerðar, um at byggja reinsiverk til vatnið, ið kemur frá Toftavatnið.

Í dag tíð eru nógvar verkætlanir í umfarið. Meginreglan í hesum verkætlanum er, at tær taka hædd fyri umhvørvinum og harvið Agenda 21 skjalinum. Áhugavert verður tískil eisini at síggja, um hetta fer at ávirka hinar kommunurnar, ið eftir nýggjár koma upp í Runavíkar kommunu.