Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EBS/Skála og NSÍ var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð. Hendan varð av dómaranum ásett til tvær feðir 10 minuttir, tí hetta var í tráð við ásettu kappingarreglur á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1.
Eftir dystin kærdi EB/Streymur/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla tvær ferðir 15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Niðurstøðan hjá Aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti. Aganevndin vísir tó samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur við skjótasta høvi.
Allur kæruúrskurðurin í málinum sæst við at trýst HER
Sostatt er nú staðfest, at NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB. Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli leygardagin 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.