Aganevndin taka støðu til leikbann

Sjónvarpsmyndirnar eftir dystin millum Víking og B68 í seinastu viku vístu, at Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus hvør í sínum lagi royndu at fella Jann Inga Petersen hjá B68, tá hesin fegnaðist um óvæntaða sigurin.

Á fundi í dag hevur Kappingarnevndin viðgjørt málið. Endaligi úrskurðurin skal takast av Aganevndini, men Kappingarnevndin heitir nú formliga á Starvsnevndina um at senda málið til Aganevndina, sum so skal viðgera málið. Sum skilst við tilmæli um, at Atli Gregersen fær ein dyst leikbann og at Hans Jørgen Djurhuus fær tveir daga leikbann.