Við dyggum stuðuli frá næstan 21.300 áskoðarum í Parkini vann AG København í kvøld ta fyrru Champions League- fjórðingsfinaluna ímóti Barcelona. Úrslitið var 29-23 til danska meistaraliðið, sum var á odda 16-11 í hálvleikinum.
Heimsins besti hondbóltsspælari, Mikkel Hansen, spældi ein sera góðan seinna hálvleik, og í málinum hevði Kasper Hvidt fleiri sera góðar bjargingar. Í endanum á dystinum fingu hann og danski leiðarin hjá Barcelona, Jesper Nøddesbo, reytt kort, men ikki fyrr enn um nakrar dagar verður avgjørt, um tað merkir, at teir hava leikbann í seinna dystinum.
AG København bleiv skert longu í 1. minutti, tá Joachim Boldsen fekk skaða, og í seinna hálvleiki mátti Ólafur Stefánsson av vøllinum við skaða.
Seinna fjórðingsfinalan verður í Barcelona næsta leygardag.









