Tað eydnaðist ikki AG København at spæla seg í finaluna í Champions League-kappingini í manshondbólti. Seinnapartin spældi AG København hálvfinalu ímóti spanska felagnum Atlético Madrid, sum vann 25-23.
Tað var annars AG København, sum byrjaði betur. Liðið var á odda allan fyrra hálvleik og var odda 15-12 í hálvleikinum. Men tá umleið 20 minuttir vóru eftir av dystinum, fekk danska liðið tvær útvísingar, og tá makedonska stjørnan á spanska liðnum, Kiril Lazarov, samstundis kom rættiliga fyri seg, vendi Atlético Madrid dystinum.
Í finaluni í morgin skal Atlético Madrid spæla ímóti THW Kiel, sum vann sína hálvfinalu 25-24 á Füchse Berlin.