AG København vann seinnapartin danska meistaraheitið í hondbólti fyri menn. Hetta var tann seinni finaludysturin ímóti Bjerringbro Silkeborg, og úrslitið gjørdist 30-21 til AGK. Fyrra dystin vann AGK 29-27.
Dysturin í dag var í ítróttarparkini í Keypmannahavn, har 36.651 áskoðarar sóu heimaliðið vinna. Sambært donsku fjølmiðlunum er hetta heimsmet í áskoðaratali til hondbólt.
Toppskjútti hjá AG København í dag var íslendingurin Arnór Atlason við fimm málum. Hjá útiliðnum var Rasmus Lauge besti málskjútti. Hann skjeyt somuleiðis fimm mál.