Afzelius á føroyskum

Ein føroyskur tónleikabólkur og kendi sviin Michael Wiehe heiðraðu Afzelius á stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum týskvøldið

 

Birgir Kruse



Stórfingin konsert var í Norðurlandahúsinum týskvøldið har nýggja fløgan ?Sangur til frælsi? varð løgd fram. Á fløguni eru 11 skeringar, sum allar taka støði í sangum hjá svianum Björn Afzelius, sum doyði herfyri.

Til høvið var settur saman ein føroyskur Afzelius-bólkur, sum framførdi 8 av sangunum á fløguni, eftir at mentamálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen hevði sett sjøtul á.

Framúr var elektriski gittarin hjá Ólavi Øster og hin spanski hjá Herlufi Lützen. Hetta er fyri stóran part gittar-bundin tónleikur. Tónleikur, har gittarin er miðdepilin. Men tó eisini urgan og harmonikan, sum Jóan Petur Andreasen handfór. Torført er at taka nakran framum, so heilrunnin var føroyska framførslan. Ein studia í sam-anspæli. Tó havi eg huga at nevna Sámal Ravnsfjall. So framúr, sum eg ikki havi uppliva hann áður. Góður tekstur, gott lag, góður tónleikur. Og so dreiv. Mega dreiv. Beint eftir highway sixty six. Í minsta lagi. Við øllum hjólum snurrandi.

Eftir at føroyski bólkurin var liðugur, kom lagsbróður Afzelius?ar Mikael Wiehe á pallin. Eisini hann førdi fram 8 sangir. Lutvíst nýggjar og lutvíst eldri og kendar. Hann var ikki sørt hugtikin av, at føroyski mentamálaráðharrin hevði Che Guevara í glas og rammu á dagliga arbeiðs-staðnum.

Eftir eina langa rundferð í ára tíggju í ymsu heimspørtunum og ymsu áskoð-anum, ættarliðini hava havt hesa hálvu farnu øldina, lendi Mikael Wiehe heima og greiddi frá ódámliga nýnasistiska rákinum á okkara egnu leiðum.

Og so kom frágreiðingin um áskriftina á gittaranum, sum eg av fremstu røð hevði kýtt meg at lesa. Jú, har stóðu gitnu orð Woody Guthries ?This machine kills fascists?. Orðini eigur Guthrie. Og hann meinti tey. Skorin í gittaran. Eitt gott kvøld frá Che til Guthrie.