Afturtøka útsett

Um vikuskiftið boðaði ísraelska stjórnin frá, at fleiri hundrað palestinskir fangar, sum sita í ísraelskum fongslum, sleppa ikki úr fongslunum sum ætlað, og nú hevur stjórnin eisini kunngjørt, at afturtøkan úr Gaza-geiranum er somuleiðis útsett.

Í vár kunngjørdi Ariel Sharon, forsætisráðharri, at Ísrael fór at taka seg úr Gaza-geiranum um miðjan juli, men nú sigur hann, at afturtøkan byrjar ikki fyrr enn umleið 15. august. Orsøkin sigst vera, at ísraelska syrgihátíðin til minnis um, at templið í Jerusalem bleiv oyðilagt, endar tann 14. august, og tí má afturtøkan bíða til aftan á hátíðina.

Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, fýlist á ísraelsku avgerðina. Hann segði í gjár, at Ísrael tekur týðandi avgerðir uttan at ráðføra seg við teir palestinsku myndugleikarnar, sjálvt um landið hevur lovað at samstarva við palestinar um afturtøkuna.

Eftir ætlanini hjá Sharon skulu niðursetufólkini flytast úr 21 bygdum í Gaza-geiranum, samstundis sum allir ísraelskir hermenn verða tiknir burtur haðani.