Aftursvar til Starvsmannafelagið

   

Jógvan Jespersen
Útvarp Føroya
????????

Í Starvsblaðnum, sum varð sent limunum í Starvsmannafelagnum og fjølmiðlunum fríggjadagin, ger nevndin í felagnum greitt, at nú skal grein 4 í sáttmál-anum haldast. Uttan undantak skulu nú øll størv lýsast leys - eisini fyribils- og avloysarastørv.
Útvarp Føroya verður drigið fram sum tann stóri syndarin. Tað er rætt, at tað er ikki ofta, at størv hava verið lýst leys seinastu árini. Hetta fyrst og fremst tí, at starvsfólkini hava støðast rættiliga væl.
Men tað er eisini rætt, at tað eru sett størv, sum ikki eru lýst leys. Tó ivist eg í, um ÚF er størri syndari enn aðrir almennir stovnar, og gjøgnum árini man ikki hava verið tann stóri munurin á ÚF og SvF. Umstøðurnar hjá hesum stovnum eru nú einaferð nógv øðr-vísi, enn hjá einum van-lig-um almennum arbeiðsplássi.
Upp í syndaregistarið hjá ÚF, sum Starvsblaðið borðreiðir við, mugu eisini verða tald nógv styttri avloysarastørv, sum hava havt til endamáls betri at kunna ganga ynskjunum hjá starvsfólkunum um summarfrí á hásumri á møti, og at skapa størri fjølbroytni í arbeiðinum hjá føstu starvsfólkunum.
Vit hava bara livað í tí trúgv, at felagið hevur góðtikið hesa mannagongd. Ein av nevndarlimum felagsins er í starvi í ÚF, og tí hava vit tikið sum givið, at viðkomandi ella okkurt av álitisfólkunum gjørdi vart við seg, um felagið ikki góðtók ta mannagongd, sum hevur verið brúkt, og sum øll hava kent.
ÚF hevur ongan trupulleika við at halda tær treytir, sum Starvsmannafelagið nú setir í sambandi við starvssetanir. Hinvegin skal ein gera sær greitt, at fella tey stuttu avloysarastørvini burtur, ið verða brúkt sum kitt til at fáa eina torføra kabalu at ganga upp, so verða arbeiðsumstøðurnar hjá føstu starvsfólkinum samsvarandi verri.
Annars hava programmedarbeiðarastørv við jøvnum millumbilum verið lýst leys, so øll, sum hava ynski um eitt tílíkt starv, hava havt møguleika fyri at søkja, og koma við í metingina, tá starvið skal setast.
Stórt trot hevur verið á útbúgvnum og royndum journalistum seinastu árini, og síðst vit lýstu eitt starv leyst, sótu vit eftir við eini løgnari kenslu, tí ikki minni enn tveir umsøkjarar, sum fingu starvið boðið, søgdu síðan frá, at teir ikki ynsktu at taka við starvinum, tí nú høvdu teir fingið eitt betri tilboð frá sínum arbeiðsgevara. Tingini kunnu skoðast úr fleiri sjónarhornum.