Aftursvar til Sandoyarportalin

Á Sandsportalinum hevur Terji Dalsgaard lagt út: »Sandoyartunnilin verður ikki fyrrenn um 15 ár«.

Hvaðani hevur Terji tað frá. Í síðstu viku svaraði løgmaður mær upp á fyrispurning um Sandoyartunnilin.
Spurningin setti eg fram, tí eg var sera skuffaður av samgonguni, tí P/f Sandoyartunnilin ikki var lýstur, og eingir pengar vóru ásettir. Hetta var einki minni enn eitt bagbit á suðurøkið.
Í millum annað svarar Kaj Leo Johannesen mær soleðis í einum broti:

»Síðan uppskotið um stovnan av partafelagnum var lagt fyri tingið, er komin í gildið ein løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan, eftir § 22 stk. 2 í lógini kann tað við átegning vera givin heimild til at flyta óbruktar løgujáttanir til seinni fíggjarár. Sostatt hóskar betur at játta til tunnilin beinleiðis á fíggjarlógini eftir nýggju játtanarskipanini, heldur enn umvegis partafelag«.

Her verður einki sagt um 15 ár, heldur ikki av restini av spurninginum. Spurningur og svar er at síggja á www.logting.fo
Vit eiga øll at standa saman um verkætlanina, sjálvur vil eg gera alt sum stendir í míni makt, at Sandoyartunnilin verður veruleiki.
Eg var uppringdur av einum vágamanni nú ein dagin, eg má siga at maðurin gav mær eina nýggja vón í øllum hann segði millum annað »Gerhard kempa víðari, tí her í Vágunum var arbeiði byrjað, tá tann politiski myndugleikin segði stopp, helst grundað á kreppu. Teir byrjaðu aftur 10 ár seinni. Í dag koyra vit til gleði og gagns fyri Vágar og allar Føroyingar«.
So Terji eg síggi fyri mær ein tunnil áðrenn 15 ár. Eg kundi havt valt at farið úr hesu samgongu og sitið uttanfyri, á tann hátt hevði eg slættað gøturnar soleiðis, at Tjóðveldi kom aftur til makt og søpla restina av peninginum, sum føroyingar eiga. Tá hugsi eg um blokkin.
Niðurskururin av blokkinum hevur kostað føroyingum 3,7 mia tey seinastu 7 árini. Um vit høvdu henda peningin í dag, var eingin kreppa í Føroyum.
Nei lati okkum royna at spjaða vón ímillum fólkið heldur enn at servera tað ringastu armóð.
Tá eg læs greinina á Sandoyarportalinum, var tað sum um tað var eg, sum hevði skrivað hetta, og soleiðis skiltu fólk tað eisini.
Men Gerhard hevði einki við hesa negativu útsagnina at gera.