Aftursvar til ómoralska borgarstjóran

Aftursvarið, sum Heðin Mortensen hevur í bløðunum, hevur hann sjálvur skrivað, tí tað er á so lágum støði, og ikki annað er væntandi, tá nakað kemur frá honum.

Hann spyr, hvørjar kvalifikatiónir eg havi at vera yvirdómari í traðarmálinum, har hann bar seg skeivt at, tá málið um leigan av traðum var á býraðsfundinum tann 11. oktober

Til tað er at siga, at tað var ikki undirritaði, ið segði, at tað var ómoralskt, at borgarstjórin var á fundinum meðan málið varð viðgjørt og seirni atkvøddi fyri, at leigutraðirnar hjá kommununi skuldu ganga í arv.

Nei Heðin Mortensen, tað var ein av tínum samgongufelagum, sum segði at tað var ómoralskt av tær at taka støðu í málinum, tí tú sjálvur hevur eina leigutrøð frá kommununi. So yvirdómarin er ein av tínum egnu og ikki undirritaði.

Í sama aftursvari skrivar tú um byggingina á løgmannabreyt, sum eitt smápartafelag hjá mær hevur gjørt. Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at úrslitið av byggingini ikki var gott nokk. Sambart sýnsmanni var jørð- og betongarbeiði skeivt prosjekterað, og sjálvt um eg ongan lut átti í prosjekteringini, kom hesin feilur at kosta felagnum hjá mær hópin av peningi.

Tað komu fleiri krøv ímóti felagnum um endurgjald, og avtalur vóru gjørdar um øll hesi krøv. Tað vóru milliónir, ið talan var um, men kanska er tað júst tað, sum nívir borgarstjóran, at keyparnir fingu endurgjald útgoldið í sátt og semju. Tað tók gott níggju mánaðir at avtaka felagið, og eru øll krøv móti felagnum avgreidd.

Borgarstjórin skrivar eisini, at eg havi ríkað meg upp av bygging á almennari jørð. Løgi at borgarstjórin skrivar slíkt, tí hann hevur sjálvur atkvøtt fyri, at felagið hjá mær, eins og onnur kundu keypa jørð frá kommununi.

Borgarstjórin er tann rætti at skriva um floksmoral. Spurningurin er bara, hvønn flokk hann meinar við, hann hevur jú eftirhondini verið í flestu flokkum í Føroyum, so hann kennir jú moralin innaniífrá. Annars var tað ein av tínum samgongufelagum, sum á opnum býráðsfundi tosaði um tín manglandi moral, ikki eg.

PS. Vælsignaður Heðin, ger sum tú plagar, fá onkran at skriva fyri teg, tí tú megnar ikki at skriva nakað sjálvur, tað er jú alment kent.