Aftursvar til álop frá blaðstjórnini á Sosialinum um sparingar í eldrarøkt

Við eini yvirskrift í heldur latrinerum stíli loypir blaðstjórnin á Sosialinum á meg í blaðnum mánakvøldið, har eg verði samanborin við hund, ið etur tað hann havnar. Ikki eiti á skoðsmál at fáa frá Sosialinum. Veit ikki hvør ið skrivar - men tað er ein redaktionel viðmerking á s. 2, uttan at navn stendur undir.

Boðskapurin hjá blaðstjórnini er, at hóast eg í summar vegna Javnaðarflokkin talaði harðliga ímóti ætlaðum sparingum í eldrarøktini, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevði í umbúna – so skal eg nú sambært blaðstjórnini hava góðtikið somu sparingar í eini grein, eg skrivaði í vikuskiftisblaðnum.

Hetta er ikki rætt. Haldi at blaðstjórnin hevur misskilt, hvat ætlaðu sparingarnar vóru í summar, og hvat vit nú hava gjørt semju um í samgongumeirilutanum í smb. við fíggjarlógina. Veruleikin í málinum er hesin: Í summar kom fram, at landsstýriskvinnan ætlaði at fremja hesar sparingar í búplássum í eldrarøktini - og tað var hetta eg reageraði ímóti:
Á Korndalsbýlinum á Eiði skuldu 5 pláss niðurleggjast 1. okt. 2011
Tá nýggja røktarheimi letur upp í Vestmanna við 24 plássum á heysti 2011, skuldu búfólk og starvsfólk frá gamla eldrasambýlinum í bygdini flyta inn á røktarheimið har.
Tann 1. apríl 2011, tá nýggja røktarheimið skuldi lata upp í Vági við 24 plássum, skuldu 13 pláss niðurleggjast á Tvøroyri, 5 á eldrasambýlinum og 8 á Suðuroyar ellis- og røktarheimi. Í tí sambandi skuldi starvsfólkini uppsigast á eldrasambýlinum og røktarheiminum á Tvøroyri – longu 1. okt. í ár skuldu eini 15 starvsfólk fáa uppsagnarskriv.
Heimið á Mýrunum í Runavík skuldi latast aftur 1. jan 2011 og 8 búpláss til dement ella minnisveik leggjast niður og brúkararnir flytast til Eysturoyar Ellis- og røktarheim.
Í eldrasambýlinum Gøtubrá skuldu 6 umlættingarpláss umskipast til sambýlispláss 1. jan. 2011.

Javnaðarflokkurin – og onnur í samgonguni – vildu ikki góðtaka so víðfevndar sparingar í eldrarøktini. Í arbeiðinum við fíggjarlógaruppskotinum er tað so eydnast okkum at gera eina semju, har hesar broytingar eru gjørdar í upprunaligu spariætlanunum:
SYMBOL 183 "Symbol" s 10 h Niðurleggingin av teim 5 búplássunum á Korndalsbýlinum á Eiði er tikin aftur
SYMBOL 183 "Symbol" s 10 h Niðurleggingin av Heiminum á Mýrunum er tikin aftur.
SYMBOL 183 "Symbol" s 10 h Ætlaða afturlatingin av eldrasambýlinum í Vestmanna verður ikki aktuel í 2011, tí nýggja røktarheimið har verður ikki klárt fyrr enn fyrst í 2012. Hinvegin hava partarnir frá byrjan tikið undir við hesi ætlan.
SYMBOL 183 "Symbol" s 10 h Niðurleggingin av Eldrasambýlinum á Tvøroyri er tikin aftur.
SYMBOL 183 "Symbol" s 10 h Ætlaða hópuppsøgnin av starvsfólki á Suðuroyar ellis- og røktarheimi er tikin aftur, og semja er gjørd um ein nýggjan leist fyri tillaging av teim 8 dupultstovunum til einkultstovur, so hetta verður gjørt so líðandi gjøgnum árið, so hvørt brúkarar fella frá, og eisini við teirri fyritreyt, at avlopspláss verða á nýggja røktarheiminum í Vági.

Blaðstjórnin dregur eisini borgarstjóran í Vági, Kirsten Strøm Bech , upp í sína viðmerking. Til hetta er at siga, at í summar fingu vit í Javnaðarflokkinum eitt skriv frá borgarstjórum og býraðslimum í Vági, Porkeri, Sumba og Hovi, har tey mótmæla táverandi ætlanini hjá landsstýriskvinnuni, men hvar tey eisini siga soleiðis: “Vit undirritaðu eru ikki ósamd um, at ábøtur og broytingar eru neyðugar á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, men hesar eiga at gerast eftir at heimið í Vágið er latið upp – og við eini náttúrliga frágongd, tvs. so hvørt folk doyggja.”
Tað er just hesin leisturin, sum nú verður galdandi eftir teirri semju, sum er gjørdur í samgonguni.

Samanumtikið er tí onki hald í álopinum hjá blaðstjórnini á meg – tvørturímóti eri eg glaður fyri, at vit í høvuðsheitum fingu semju um tær broytingar , sum vit ynsktu.