Jan Mortensen frá Vinnuhúsinum fílist á at marginalskatturin t.v.s. skattaprosentið á hægsta stigi er sett til 37% í uppskotinum frá arbeiðarafeløgunum til skattalætta fyri 2005 ímóti núgaldandi marginalskattaprosentið, ið er 36% í 2004.
Í hesum viðfangi skal verða mint á, at marginalskatturin er alsamt lækkaður síðan kreppuárini. Nevnast kann at marginalskatturin í 1989 var 47% og at marginalskatturin var 37% í 2003. Marginalskatturin er tískil lækkaður 10% seinastu 15 árini.
Tað er ongin náttúrulóg, at politiska valdið alsamt skal lækka marginalskattin.
Ein lækkan av marginalskattaprosentinum til 35% í 2005 svarandi til uppskot landsstýrisins gagnar í serligan mun háinntøkum t.v.s. inntøkum frá kr. 400.000 og uppeftir.
Miðalinntøkur og láginntøkur fáa nógv meira gagn burturúr einum skattalætta har skattastigini ið liggja mitt í skattatalvuni verða dagførd og regulerað og er skattastigin hjá arbeiðarafeløgunum tí tilevnaður á slíkan hátt at miðallønt og láglønt í serligan mun fáa gagn av skattalættanum.
Vit vóna at Jan Mortensen stjóri í Vinnuhúsinum skilir, at vanligar arbeiðaralønir t.v.s. miðallønt og láglønt fáa ein rímiligan og rættvísan part av skattalættanum í 2005 og tað meta arbeiðarafeløgini, at skattauppskotið hjá feløgunum borgar fyri.
Við arbeiðarakvøðu
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag










