At vera løg- ella landsstýrismaður er ikki tað sama sum at vera løgtingslimur.
Tað er staðfest í stýrisskipanarlógini, hvat stødd av lógarbroti er nokk at taka valbærið/órinið frá einum løgtingslimi.
§ 4. Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.
Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.
Stk. 3. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi.
§ 24. Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.
Stk. 2. Eingin løgtingsmaður kann uttan samtykki tingsins verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur sagt innantings.
(Stýrisskipanarlógin)
Við løgmanni og landsstýrismonnum er tað annarleiðis. Her er talan um ÁLIT.
Spyr bara Kallsberg sjálvan ? hann sendi jú Annlis heim orsakað av væntandi áliti.
§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.
§ 30. Um tað við atkvøðugreiðslu á løgtingi, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embæti.
(Stýrisskipanarlógin)
Orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin, og eftir øllum at døma Javnaðar- og Sambandsflokkurin eisini, ikki ynskja Kallsberg sum ráðharra, er vantandi ÁLIT.
Málið um Kallsberg, snýr seg ikki bara um, hvat hann hevur gjørt í fortíðini. Tað átti at verið avgreitt rættarliga, og so var tað staðfest. Men málið snýr seg um, hvat hann hevur gjørt sum løgmaður.
Kallsberg hevur ferð eftir ferð logið fyri Føroya fólki um sína fortíð. Hann hevur brúkt løgmansembætið til at hótta eina samgongu til at fjala út yvir sína fortíð, og hann hevur slitið eina samgongu til tess at verja sín egna persón. Hartil hevur hann sum løgmaður borið í bøtuflaka fyri lógarbrot og sagt, at tað er í lagi, um bert tað tænir einum endamáli.
Um hetta verður góðtikið, so kann ongin hava álit á løgmansembætinum nakrantíð.
?Hugsa tær, um tað eitt nú var fútin ella dómarin, sum fingu okkurt mál fram, um at teir høvdu framt lógarbrot.
?Hugsa tær, um teir síðani hóttu síni starvsfólk og fjølmiðlarnar við at tað fór at fáa avleiðingar um tey ikki tóku orð síni aftur.
?Hugsa tær, um teir síðani sendu øll starvsfólkini til hús, tá tað kom fram, at teir høvdu logið.
?Og hugsa tær, um teir síðani søgdu, at tað var í lagi at fremja lógarbrot, tí tað tænti einum endamáli.
Um hetta ikki hevði fingið avleiðingar, hvør hevði tá nakrantíð kunnað havt álit á landsins hægstu embætum?
Men hevði Kallsberg lagt kortini á borðið, sagt allan sannleikan og biðið um fyrigeving, so hevði hann fingið hana ? eisini frá Tjóðveldisflokkinum ? tað boðaði hann greitt frá beinanvegin.
Tú veitst Jústinus ? at treytin fyri at fáa fyrigeving er at biða um fyrigeving og tað hevur Kallsberg ikki gjørt. Nei hann var og er harðhjartaður og kastaði Føroyar ferð eftir ferð út í stjórnarkreppu. (Hjartagóður maður ger væl við seg sjálvan, men hin harðhjartaði forkemur sær. Orðt. 11:17)
Í løtuni stendur hevnd ovast á dagskránni hjá Kallsberg.
Tað fer óivað at eydnast honum í fyrstu atløgu, men betur man sannleikin og evnini at seta mark millum rangt og rætt fara at roynast í longdini.
Eg eri errin av at hoyra til ein flokk, sum tordi og megnaði at seta mark ímillum rangt og rætt. Tað skal fara at vísa seg, at vera ein stórsigur fyri føroyska fólkaræði.
Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Rættvísi sigrar at enda!










