Aftursvar til Henrik Old

Henrik Old finst í bløðunum um dagarnar at einum politiskum viðmerkjara í tíðindunum í útvarpinum.

Viðmerkjarar verða ofta vigaðir av lurtarum, og tað er eisini í lagi. Ein viðmerkjari kemur nevniliga við síni kvalificeraðu meting av eini aktuellari støðu fyri síðani at gera eina analysu út frá teimum fortreytum, ið tøkar eru. Tað er sostatt ikki ein ævigur sannleiki, ið ein viðmerkjarari kemur við - men sum nevnt ein kvalificerað roynd at útgreina, hvat fyriferst.

Tá Kringvarpið letur ein viðmerkjara koma til orðanna er tað, tí at vit meta viðkomandi hava nakrar fakligar førleikar, ið kunnu gagnnýtast í okkara tíðindaflutningi og samfelagskjakinum annars. Í hvørjum einstøkum føri royna vit sjálvandi at tryggja okkum, at viðkomandi viðmerkjari einans tekur støði í sínum fakligu førleikum og ikki hevur nakra fjalda dagsskrá.

Tað er sjálvandi lætt hjá einum lurtara at viga viðmerkjaran, granska í hansara fortíð og út frá hesum gera sínar egnu niðurstøður. Men tá Kringvarpið brúkar ein viðmerkjara í okkara tíðindum, so er tað tí, at vit hava álit á, at viðkomandi tekur støði í fakligum førleikum og ger sínar viðmerkingar út frá hesum. Og ikki minst gera vit tað, tí vit meta viðmerkjaran hava eitt seriøst íkast til at lýsa aktuella málið. Tað var eisini støðan henda dagin í síðstu viku, ið Henrik Old sipar til.