Hans skrivar soleiðis:
?At tú (Svenning) nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi 17. Juli, er sera undrunarvert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt tað, sum inniheldur alkohol.?
Góði Hans! Er tað nakað, ið tú ikki kanst ákæra meg fyri, so er tað at vera óerligur. Viðvíkjandi alkoholspurninginum, so havi eg ótaldar ferðir lagt navn til blaðgreinir. Heldur ikki er neyðugt hjá nær at brúka nakran annan ?sum eina umbering? fyri tað, ið eg skrivi.
Góði Hans! Eg veit, at eg havi alla nevndina í Sinnisbata aftan fyri meg viðvíkjandi mótmælinum móti tíðindaskrivinum frá Restorfs bryggjaríi. Var tín persónliga ákæra móti mær sonn, so var eg ikki verdur at sita ein dag aftrat sum formaður í einum so virðiligum og alment viðurkendum felagi sum Sinnisbati er, so høvdu sera dugnaligu og medvitandi nevndarlimir felagsins longu havt rópt varskó. Tí kann eg siga, at ákæra tín ikki samsvarar við veruleikan ella sannleikan.
At vit ikki hava somu áskoðanir havi eg ongar trupulleikar av, men tá ið tú alment sáar iva um mítt trúvirði og leggur meg undir at hava fjald motiv, má eg tala at.
Ein persónlig og almenn umbering frá tær hevði tí verið hóskilig ? og hevði hon ikki gjørt teg til ein minni mann.
Tú eigur longu mína fyrigeving!