Helgi Eidesgaard, Tvøroyri
?????????????????????
Var júst komin inn um dyrnar eftir at hava vitjað nakrar vinmenn, tá ið jeg setti mjeg niður at njóta ein góðan og heitan temunn aftur við Sosialinum, ið lá á borðinum. Kom fram á grein tína við heitinum: "Eisini hjá Stalin-umberarum er tíðin komin at játta og angra." Tonki við mær sjálvum: "Hví er ein mynd av Ché Guevara á somu síðu sum Jósef Stalin??"
Svarið fáa jeg so sanniliga eftir at hava lisið greinina. Ikki bert verður Ché skýrdur hópdrápsmaður, hann verður eisini settur í sama bás sum georgiski harðræðismaðurin Stalin.
Sjálvur havi jeg ikki sætt filmin "The Motorcycle Diaries," leikstjórnaður av amerikumanninum Roberti Redford, men jeg havi lisið bókina væl og virðiliga, og hon mann vera meiri eftirfarandi, ella hvat? Í hesi bók fært tú eina fatan av hugsanum hjá einum ungum manni, ið - saman við einum vinmanni - ferðast gjøgnum eyðrænda Suðuramerikanska meginlandið; enn tann dag í dag eyðkent av kúgan og trælkan.
Menninir gerast forfardir av tí, teir síggja. Indiánar verða viðfarnir sum djór, í Kili vera námsarbeiðarir virdir sum rottur, og tey spitølsku vera koyrd út í einhvørja fjarskotna junglu uttan nakrar sum helst hentleikar. Ché, ella Ernesto, og vinmaðurin vóru eisini eina tíð og arbeiddu á hesum fjarskotnu leiðum, har tey fáu starvsfólkini royndu at fáa burturúr sum frægast. Ernesto las til lækna og fekk her sostatt nakrar royndir innan hetta økið. Teir báðir røktu tey spitølsku somikið væl, at teir fingu eitt løgið, men tankavekjandi farvæl frá teimum, tá ið teir hildu leiðina áfram. Tey spitølsku spældu tónleik fyri teimum, summi høvdu næstan ongar fingrar, men spældu av hjartans hugi fyri teimum.
Í Kili, landinum sum fekk frælsi í stutta tíð (summi minnast kanska lagnudagin 11. september fyri eitthvørt annað og týdningarmiklari enn álopini á WTC og Pentagon???!), hittu vinmenninir báðir eitt kilenskt par, ið bert hevði eitt skirvisligt skúr at búgva í. Tey vóru forfylgd, høvdu mist starv og alt annað, tí tey vóru kommunistar (les: humanisma, ikki stalinisma). Tó so, tað sindrið, tey kundu bjóða teimum, var tak yvir høvdið og eitt av tveimum teppum. Hjúnini deildu hitt. Hetta fekk Ernesto at hugsa, og einasta staðið í bókini, ið hevur ein farra av sosialismu í sær, skrivar hann: "Møguliga kemur tað ein dagur, tá ið minuarbeiðarin glaður fer avstað fyri at dálka lungu síni, tey siga, at tað er so, har hin reyða flamman upplýsir heimin. Tað siga tey so, jeg veit tað ikki." Her sipar hann til tey lond í eystri, ið søgdu sjeg virka fyri verkafólksins sakir.
Ernesto var ímóti, at nakar skuldi útgeva nakrar av bókum hansara, men eftir deyða hansara gav einkjan, Aleida, loyvi til at útgeva sumt av tí, ið Ernesto hevði latið eftir sjeg. Kanst tú hr. Niclasen, av álvara koma her og siga, at hesir eru tankarnir hjá einum hópdrápsmanni? Gamaní hevur Ernesto Guevara de la Serna ikki verið perfektur, men hvør er tað? Jean-Paul Sartre, heiðurslønarvinnari Nobels, nevndi gott nokk Ernesto: "The most complete human-being of our time,"
Sjálvandi hava afturhaldssinnaðir høvundar roynt at dálka minnið um Ché við ósannindum og beinleiðis lygnum, men at detta í felluna og lurta eftir øllum tílíkum orðaskvaldri um, at Ernesto ikki dugdi at skyna mun á orðunum "comunista" og "economista," er at taka ov rívan til. Havi sjálvandi eisini lisið um henda tilburð, ið tú nevnir, men sannleikin er tann, at hægstu menn kollveltingarinnar fingu spurningin frá Fidel, um ein búskaparfrøðingur (economista) var í rúminum. Bert Ernesto rætti hondina upp. Ernesto gjørdist síðani landsbankastjóri, og greiddi síðani í spølni frá, at hann hevði bert svarað uppá, um tað var ein kommunistur (comunista) í rúminum. Hetta førdi gamaní við sær stóran látur. Ernesto var møguliga ikki tann størsti búskaparfrøðingurin, møguliga vildi hann vinna sær frama hjá Fidel, tað ber til, men at hann ikki skuldi duga at skyna mun á tveimum orðum, er at taka dekan ov rívan til. Møguliga hevur myndamaðurin Rene Burri misskilt alt? Meira sannlíkt!
Jon Lee Anderson, maðurin aftan fyri mætastu ævisøguna um Ché, "A Revolutionary Life," nevnir eisini henda tilburð á tann hátt, ið jeg her greiði tær frá. Anderson vísur tó eisini á, at hann ikki altíð gongur inn fyri tann hátt, ið Ernesto fór fram í livi sínum. Kvinnuglaður, snarsintur o.s.fr.! Stóran dent leggur hann á tann tilburð, tá Ernesto avrættaði ein mann í Sierra Maestra fjøllunum á Kuba. Ongin annar vildi, men Ernesto tók á sjeg ábyrgdina av at avrætta mannin. Svíkjarir verða jú í krígstíð avrættaðir av øllum pørtum. "Collaboration" verður jú heldur ikki góðtikin av CIA, ella øðrum fregnartænastum - kom ikki og sig øðrvísi.
Heilt skeivt fert tú, tá tú setur Krushtjov og Ché í sama bás sum Stalin. Satt er tað, at Ché hevði Stalin sum fyrimynd á sínum ungu døgum, men eins og Krushtjov á sinni avskaffaði idoliseringina av Stalini, í andsøgn við heykarnar í politbýronum, fekk Ché sær aðrar fyrimyndir. Nevnast kunnu José Martí, Antonio Maceo og sjálvur Fidel Castro. Til tín, Agga, skal jeg heilsa og siga, at teir báðir fyrru vóru kubanskar frælsishetjur, meðan okur øll jú kenna Fidel Castro. Heilt erligt, miljónatals fólk kring heimin, báði blóðfátøk, limir av miðalstættini og intellektuel sóu Stalin sum ein varðmann hjá teimum fátøku. Tey sóu bert megnarátøkini hjá sovjettiska ídnaðinum undir Stalini, ið fekk Sovjettsamveldið at koma upp undir liðina á stórveldum sum USA og Stóra Bretlandi. Landið, ið varð sundursorað av kúgandi tsarveldi, síðani drúgvum borgarastríði og seinast týskarum. Ófatiligu ræðuleikarnir undir Stalini, ið kundi verið bróður Hitlers, komu ikki fram, fyrr enn Krushtjov fór í verk við at útreinsa nógv av stalinismuni, ið tíanverri fekk sætið aftur undir Bres-njev.
Tú, Agga, hevur heilt víst fingið eina fatan av, at jeg eri ein íðin viðhaldsmaður hjá Ché. Jeg, eins og nógv onnur, droyma enn um ein frælsan heim uttan ta eyðræning, ið imperialisman førir við sær. Tað skal ikki verða ein tílíkur "frælsur" heimur, ið liberalistar og aðrir av sama slagnum tosa um, og breggja sær av. Í hesum heimi eru bert alheimsligu, amerikonsku, monopolfyritøkurnar Uni-ted Fruit Company, Coca Cola o.n.o., ið hava veruligt frælsi. Sostatt er tað bert marknaðarliga, at frælsið røkkur. Hetta slagið av "Frælsi í dós" er slettis ikki nøktandi og verður ikki góðtikið av frælsiselskandi fólki kring heimin. Okur síggja Ché sum ein undangongumann fyri frælsisrørslur kring allan heim og ikki ein barnapínara (hvar ólukkan hevur tú lisið hattar skvaldrið, hví skuldi Ché opinberað seg soleiðis fyri Andrew Sinclair? Sjálvandi hevur hann ikki tað; hetta er bert dreymalesnaður fyri eitt nú tey, ið halda, at bátsbandið var bjargingin hjá okum føroyingum). Anderson nevnir ongan tílíkan tilburð ígjøgnum allar uml. 900 síðurnar av bók síni um Ché. Anderson var tann maðurin, ið aftaná ógvuliga umfatandi tíðarnýtslu og eftir at hava útspurt nógvar fyrrverandi bolivianskar yvirmenn og vanligar hermenn, flestir ónavngivnir, tí at teir skammaðu sjeg, fann líkini av Ché og monnum hansara, 30 ár eftir skarnsgerðirnar. Rokni næstan við, at tá ið Jon Lee Anderson megnaði at finna líkini av Ché og javnlíkum hansara, ið høvdu ligið grivin í ongamannalandi í 30 ár, hevði hann ikki eisini kunnað funnið tílíkar tilburðir um hópmorð og barnapíning, ið tú nevnir??? Um Ché var ein tílíkur listinlærdur hópdrápsmaður, ið tú sigur hann verða, hví skuldi hann so farið úr einum "feitum" stjórastarvi at hjálpa øðrum menniskjum aðrastaðni? Hví ikki bara drepa frá hond á einum og sama stað, har var nokk av fólki at taka av, ella hvat? Tá ið Ché hevði verið við til at syrgja fyri, at hópatals týningar- og drápsmenn frá (amerikanskt stuðlaðu) batistatíðini høvdu fingið sína uppibornu revsing, ætlaði hann at hjálpa aðrastaðni. Batista megnaði tíanverri sjálvur at flýggja til Miami, saman við mongum av bøðlum sínum, og livdi av teim mongu miljónum, ið hann hevði stolið, í nógv ár afturat, so hann leið onga neyð. Sam gubbi helt hondina yvir honum.
Jeg vil gjarna siga tær, at fleiri av hesum kommunistum, ið tú her nevnir, eru slettis ikki kommunistar, t.d. Stalin, Pol Pot o.s.fr. Allir, ið arbeiða fyri egnan vinning og ágóða, kunnu slettis ikki upptakast í hesa bólking. Kommunistar eiga at arbeiða fyri frígeringini av mannaættini og ikki trælkanini av somu. Vil næstan siga, at Ché Gue-vara ER ein av teimum fáu, ið hava skilt hetta. Maðurin eggjaði fólki at arbeiða í markini, tá ið tey høvdu frí; fleiri fylgdu honum. Landsbankastjóri og ídnaðarráð-harri í vikuni, vanligur arbeiðsmaður í vikuskiftinum!!! Hvussu nógvir aðrir av tínum sonevndu bølmennum hava torað at tikið silkihandskarnar av? Tá ið hann doyði, hvat lat hann liggja eftir sjeg? Tað, ið hann hevði skrivað, og tað, ið hann hevði lært børn síni, lat hann eftir sjeg. Hvussu við Stalini? Mestur átti hann meira enn so. Pinochet? Beistið er ikki deytt enn, men hann doyr neyvan fátækur maður, tað er vist.
Agga, tú hunddálkar ein av teimum fáa monnum, ið fyrst tonktu uppá onnur, síðan síni næstu og síðani sjeg sjálvan. Maðurin var ikki perfektur, men jeg vil tó geva Jean-Paul gamla rætt í tí, hann segði: Menn sum Ernesto Guevara de la Serna og Camilo Cienfuegos (les: Kollveltingarhetjur) hanga ikki á trøunum. Tað er bert at vóna, at frælsiselskandi menniskju, ið síggja upp til Ché og aðrar frælsisstríðsmenn, ikki taka tílíkt orðaskvaldur frá Agga fyri fult, men hava dirvi til at varðveita vónina um ein frælsari heim fyri fólkið og ikki marknaðarkreftirnar.
Til seinast, Agga, tað eitur á Tvøroyri og ikki í sama ...