Aftursvar til Edmund Joensen

Edmund Joensen førir í lesarabrævi í bløðunum fram, at Kringvarpið og Tjóðveldi samskipa »enn eina tíðindaherferð í Útvarpinum.«

Lat tað vera púra greitt, at innsløgini í útvarpinum eru grundað á skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í frá avvarðandi myndugleikum, og ikki á nakað samstarv við nakran politiskan flokk!
Skjølini vísa greitt, at tvinnar loysnir vórðu umrøddar í Eik málinum. Onnur var at slíta móðurfelags-garantiin millum Eik í Føroyum og Eik í Danmark, og hin at lata báðar bankarnar fara inn í Fíggjarligt Støðufesti. Báðar loysnir lótu seg í prinsippinum gera.
Tá málið varð umrøtt í september í fjør var frammi, at tað bar ikki til at slíta garantiin. Tí eru nýggju upplýsingarnar sjálvsagt ein týdningarmikil søga at fortelja.
Tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara virki, og eg vil átala, at tú sum politikari roynir at heingja politisk spjøldur á okkara journalistar.

Beinta Løwe Jacobsen
Redaktiónsleiðari
Kringvarp Føroya