Sum løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum eigur Bill Justinussen um nakar at vita, at á øllum stórum landsstovnum, har fólk starvast, kunnu feilir vera gjørdir, og hesir skulu sjálvandi staðfestast, so møguleiki er at fyribyrgja endurtøku. Tí hava vit eina kæruskipan. Okkum vitandi eru ikki fleiri sjúklingakærur mótvegis Landssjúkrahúsinum enn aðrastaðni í norðanlondum.
Torføra uppgávan hjá læknunum og leiðslunum á Landssjúkrahúsinum hevur verið ár undan ári at finna nýggjar sparingar, tí fastar útreiðslur til medisin, nýtsluvørur, hita o.s.fr. eru vaksnar, uttan at játtanin er økt samsvarandi.
Tí hevur millum annað verið neyðugt at minka um talið av røktarstarvsfólki og seingjarplássum fyri at fáa endarnar at røkka saman, og hevur tí eisini verið neyðugt at útskriva fólk alt fyrr enn áður og seta strangari krøv til, hvussu sjúkur ein skal vera fyri at verða innlagdur, tí ambulant viðgerð er bíligari, har hon letur seg gera.
Til samanberingar hava myndugleikarnir í Danmark sambært tølum frá amtsrådsforeningen seinastu árini økt játtanina til heilsuverkið við í meðal 1 milliard krónum hvørt ár, vitandi at alt fleiri gerast sjúk, tí fleiri gerast eldri, alt fleiri sjúkur kunnu staðfestast við nýggjum og dýrum kanningarhættum, og at alt fleiri sjúkur kunnu viðgerast við nýggjum stak dýrum heilivági. Vantandi játtan saman við stórum trupulleikum at útvega serlæknar ger, at vit á Landssjúkrahúsinum hava ringt við at halda støðinum eins høgt og í hinum norðanlondunum. Tí er tað bótin, ið einki bøtir, at fólkavaldir politikarar skjóta alla ábyrgdina á læknabólkin, sum ikki hevur loyvi at seta fram almennan kritikk av viðurskiftunum, men bert má royna at fáa tingini at koyra sum frægast innan ótakksomu karmarnar, sum júst Bill og hansara starvsfelagar seta.
Læknaráðið á Landssjúkrahúsinum
Høgni Djurhuus, formaður
Petur Ellefsen
Fróði Joensen
Torbjørn Viderø
Jens Andreassen