Ingi Samuelsen, blaðstjóri
Tað var undirritaði, sum skrivaði oddagreinina í Dimmalætting mánadagin 6. november, sum samskiparin fyri Amnesty International Føroya Deild í bløðunum í gjár gjørdi viðmerkingar til.
Staðfestast skal hervið, at eg taki undir við øllum tí, sum ført verður fram í viðmerkingunum frá Amnesty International, hóast eg eri av teirri fatan, at nakað av tí, ið skriva stóð í áðurnevndu oddagrein, er ríkiliga yvirtulkað.
Viðmerkingarnar um at “sleppa undan rættarmálum” móti Saddam Hussein, eru skrivaðar út frá tí veruleika, at so leingi sum tað er lagt upp í hendurnar á irakskum rættarverki, og ikki einum altjóða krígsbrotsmannadómstóli, at døma fyrrverandi irakska einaræðisharran, so slepst ikki undan, at Saddam verður dømdur til deyða, og tí er tað bara ein spurningur um tíð til hann verður hongdur ella skotin. Har viga okkara áskoðanir til deyðadóm lítið og einki.
At Dimmalætting út frá hesum gevur úttrykk fyri, at rættarmálini kunnu tykjast óneyðug, merkir ikki tað sama sum, at Dimmalætting ikki ynskir at allir ræðuleikar og brotsverk móti mannaættini, sum fóru fram í Irak undir stýri Saddams, skulu greinast og koma fram í ljósmálan, tvørturímóti.
At undirritaði loyvdi sær at meta og skriva í oddagreinini, at nógv fólk á okkara leiðum halda, at Saddam hevur uppiborið at verða dripin, var ikki politiskt korrekt.
At siga, at frægast hevði verið, um Saddam varð handtikin undir umstøðum har hann kundi verðið skotin, var óumhugsað og betur óskrivað.